Frá 30 um dagin til 1000 um dagin

Føroyskir sjómenn og føroysk skipaáhugaði hava í nøkur ár haft ein portal sum tíðindi og myndir koma inn á.

Sjómenninir eru glaðir fyri portalin og nógvir vitja hvønn dag. Tað er ein størri og størri brúkaraskari, sum vitjar hendan portalin.

Eigari av www.skipini.fo er Í/F Skipsportalurin. Eigarar av Í/F Skipsportalurin eru í dag Kiran Jóanesarson og Sverri Egholm.