Svartkjafturin tætt suður vestur úr Føroyum


07.05.2014 - 13:17 -


Vit hála einaferð afturat og so fara vit at sigla "fullir undir lúkurnar" við 3.100 tonsum av svartkjafti, sigur skiparin á Fagrabergi, Høgni Hansen.

Hendan túrin velja vit at fara til Íslands at leggja veiðuna upp. Orsøkin til tað er, at á Fuglafirði liggja eini 5-6.000 tons og bíða eftir landingartørni og tí høvdu vit í fyrsta lagið sloppi framat fríggjadagin. Prísurin í Íslandi er eisini eitt sindur hægri enn í Føroyum júst nú, so tað loysir seg hjá okkum at sigla tann vegin við lastini júst nú.

Høgni Hansen, skipari á Fagraberg sigur, at teir higartil í ár hava fiska 32.000 tons. Vit hava eina kvotu uppá 46.000 tons, so 14.000 tons eru eftir og eftir ætlan, so fara vit at royna at fiska so nógv av kvotuni nú sum gjørligt. Hinvegin, so hava vit møguleikan aftur í november desember, at fiska restina, men sum sagt, so fara vit at royna at fáa sum mest til høldar nú.

Tað hevur verið nógv meira av svartkjafti í føroyskum sjógvi í ár enn í fjør. Hesa tíðina í fjør høvdu vit fiska 18.000 tons, afturímóti 32.000 í ár. Vit royna nú vestur av Munkagrunninum, einar 25 fjórðingar úr landi. Her er ein rúgva av skipum. 12 íslendingar hava loyvi at vera inni í senn, og tað eru teir alla tíðina. Íslendingar hava 15 skip, sum skiftast um at fiska her. Afturat teimum eru so vit føroyingarnir sjálvandi og so ein rúgva av russiskum skipum, eg havi ikki talið á teimum, sigur Høgni Hansen, skipari á Fagraberg víðari.

Tá eg til seinast spyrji skiparan á Fagraberg, Høgna Hansen um nær teir fara at byrja uppá makrelin, sigur hann, at tað verður ikki enn. Vit fóru á makrelveiðu 7. juni í fjør, men eg vænti ikki at vit fara á makrelveiðu í ár, fyrr enn í august mánaða. Nú avtala er gjørd um makrelin, kunnu vit betur leggja veiðuna til rættis, og tí fara vit at bíða til tá tað loysir seg best at fiska makrelin.

Annars er at siga, at hendan túrin hevur verið fínasta veður hjá okkum, vit fóru til fiskiskap 2. mai, sigur Høgni Hansen at enda.

Kelda: Nordlysid.fo



Fleiri greinar

Vesturvarði og Vesturskin seldir til Vágs

18. Jun 2014 - 10:40

Trolararnir eru seldir fyri 12 mió. kr hvør. Vesturvarði og Vesturskin hava 120 óbrúktar fiskidagar, tað sum er eftir av fiskiárinum.Nýggja partafelagið Baglhólmur í...

les meir

Flakatrolararnir gera skjótt av

09. Jun 2014 - 15:14

Teir fimm føroyski flakatrolararnir Akraberg, Enniberg, Gadus, Ran og Sjúrðaberg sigla mest sum pendulfart fyri tíðina. Enniberg fór aftur til fiskiskap i síðstu viku og...

les meir

Chr.Høy til Grønlands

08. Jun 2014 - 23:53

Chr.Høy, sum hevur ligið í Hvalvík seinastu tíðina, hevur nú set kósina ímóti Grønlandi har skipið millum annað skjal virka sum mótøkuskip.Skipið er leiðga til...

les meir

4 gulllaksaskip landa í dag

05. Jun 2014 - 15:07

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landa á Toftum, teir hava uml. 220.tons, tað er Tavan í Leirvík, sum keypir gulllaksin frá Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum. Í Kollafirði...

les meir

Føroyingar byggja nýtt skip í Skagen

29. Mai 2014 - 17:46

Reiðaríði, ið eigur danska nótaskipið Beinur úr Hirtshals hevur bílagt nýtt nótaskip, ið skal byggjast á Karstensens Skibsvæft í Skagen.Nýggi Beinur verður sera nútímans og...

les meir

Fyrrverandi Føroyingar í Klaksvík

25. Mai 2014 - 23:29

Fleiri skip liggja í løtuni í Ánunum og Norðlýsið hevur fingið nakrar myndir av skipunum.Á einari mynd sær tveir fyrrverandi Høgaberg, ið vóru heimahoyrandi...

les meir