Mynd: Norðlýsið

Núpur til Eysturgrønlands


22.05.2014 - 16:30 -


Føroyingar eiga eina lítla toskakvotu í Eysturgrønlandi.

Í fleiri ár gekst onki serligt at fáa fiska tonsini, men fyri nøkrum fáum árum síðani bragdaði aftur. Klakkur og Polarstjørnan royndu á leiðini og fingu eitt sindur burtur úr, skrivar ting.fo.

Nú fer Núpur til Eysturgrønlands. John Kári Jacobsen, skipari, sigur, at teir ætla at fara avstað týsdagin í næstu viku.

- Í ár er tað soleiðis, at vit sleppa ikkia t byrja at fiska fyrr enn 1. juni, men tá ætla vit at liggja klárir í Eysturgrønlandi, sigur hann við ting.fo.

Hann var sjálvur eitt stutt skifti við Polarstjørnuni, men tá ið hon varð seld fór hann umborð á Núp, sum er gamli Klakkur. Nýggi Klakkur fer væntandi eisini til Eysturgrønlands, tá ið teir koma heim av túrinum teir eru á nú.

Talan er um ísfisk, so tað ræður um at fiska so skjótt sum tilber. Tað tekur umleið fýra samdøgur at sigla úr Føroyum á fiskileið, skrivar ting.fo í dag.



Fleiri greinar

Vesturvarði og Vesturskin seldir til Vágs

18. Jun 2014 - 10:40

Trolararnir eru seldir fyri 12 mió. kr hvør. Vesturvarði og Vesturskin hava 120 óbrúktar fiskidagar, tað sum er eftir av fiskiárinum.Nýggja partafelagið Baglhólmur í...

les meir

Flakatrolararnir gera skjótt av

09. Jun 2014 - 15:14

Teir fimm føroyski flakatrolararnir Akraberg, Enniberg, Gadus, Ran og Sjúrðaberg sigla mest sum pendulfart fyri tíðina. Enniberg fór aftur til fiskiskap i síðstu viku og...

les meir

Chr.Høy til Grønlands

08. Jun 2014 - 23:53

Chr.Høy, sum hevur ligið í Hvalvík seinastu tíðina, hevur nú set kósina ímóti Grønlandi har skipið millum annað skjal virka sum mótøkuskip.Skipið er leiðga til...

les meir

4 gulllaksaskip landa í dag

05. Jun 2014 - 15:07

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landa á Toftum, teir hava uml. 220.tons, tað er Tavan í Leirvík, sum keypir gulllaksin frá Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum. Í Kollafirði...

les meir

Føroyingar byggja nýtt skip í Skagen

29. Mai 2014 - 17:46

Reiðaríði, ið eigur danska nótaskipið Beinur úr Hirtshals hevur bílagt nýtt nótaskip, ið skal byggjast á Karstensens Skibsvæft í Skagen.Nýggi Beinur verður sera nútímans og...

les meir

Fyrrverandi Føroyingar í Klaksvík

25. Mai 2014 - 23:29

Fleiri skip liggja í løtuni í Ánunum og Norðlýsið hevur fingið nakrar myndir av skipunum.Á einari mynd sær tveir fyrrverandi Høgaberg, ið vóru heimahoyrandi...

les meir